| Um Eyðun Dal-Christiansen |
 |
Eyðun Dal Christiansen er føddur í 1956 og vaks upp í føroyska høvuðsstaðnum Tórshavn. Einki bendi á, at hann burturav skuldi liva av handverki ella list, til hann í 1999 kom til eitt vegamót í lívinum. Hann kundi halda áfram í tryggum skrivstovustarvi við góðari løn ella royna at gera sín dreym til veruleika.
Eyðun valdi dreymin, sum leingi hevði ligið í dvala. Dreymin um at royna, hvussu langt evnini rukku á listarliga økinum; hvussu langt hendur og hugflog kundu bera í samspæli við ein vinkulslípara og føroyska náttúrutilfeingið yvir øllum: Grótið.
Hvør einasta grótlampa, sum Eyðun Dal Christiansen byggir, er serstøk. Hvør lampa er eitt einastandandi listaverk, sum sprettir úr hondum og hugflogi listamansins. Eingin er eins í formi ella liti.
Grótlampan er bygd upp av 300 til 400 ymsum steinpettum, sum Eyðun hevur skorið og sett saman, og glasið til lampurnar er handgjørt av donsku glaslistakvinnuni Rikke Bruzelius.
Lampurnar hóska væl uttandura. Tær geva eitt gott og spennandi ljós, samstundis sum tær prýða og geva staðnum sín serstaka dám. Skapað av eldgosum
Tilfarið til lampurnar er grót úr teimum niðastu basaltfláunum, sum vórðu skaptar fyri seks milliónum árum síðan við eldgosum og grótbræðingum. Listamaðurin velur grótið sjálvur. Hvør steinur verður vendur og handtikin úr grótbrotinum í Porkeri við tí í hyggju, at tilfarið gerst so fjølbroytt sum gjørligt.
Tá ið grótið er fingið til vega, verður farið til verka. Yvirflatan verður skorin í flísar, og síðan verður grótið tilevnað til tað skap, sum listamaðurin vil geva tí. Hvussu verkið formar seg, veldst um grótið og hvussu ymsu steinarnir samspæla í litsamanseting og skapi.
Nú stendur hugflogið sína roynd. Grótið og listamaðurin gerast eitt. Tað kann samanberast við eitt listarligt talv, har tú noyðist at hugsa fleiri steinar fram, um tú vilt náa góðum úrsliti. Bert ein skeivur vinkul og verkið tekur eitt heilt nýtt skap, so tú mást royna nýggjar leiðir.
At enda stendur eitt nýtt verk fyri tær, sum tú ongantíð áður hevur sæð. Ein grótlampa við serstøkum sniði og lívgevandi ljósi. Eitt sindur gandakend og rúnabindandi.
Listamaðurin og grótlampan fortelja í felag eina søgu, sum førir okkum aftur til upprunan hjá Føroyum. Óteljandi litbrigdi í gráum, reyðbrúnum og bláum skyggja í grótinum, sum er vakt aftur til lívs við vinkulslípara og skapandi hondunum hjá Eyðuni Dal Christiansen.
|
|
|
|